Regin Eikhólm
Tað er altíð hugaligt, tá ið onkur tímir at lesa tað mann skrivar. Eg eri eisini so rørandi samdur við Eyðun, ið bæði er musikari, sangari og kvøðari, at føroyska móðurmálið er yndisligur tónleikur, bæði í talu, skrift, sangi og kvøðing. Tað er tí vert at verja og menna, soleiðis at móðurmálið ikki rennur upp á slokk í nýføroyskum esperanto-líki, fremmandagjørt og uttan móðurmálsligan nærleika.
Hinvegin er tjóðskaparkensla / -stoltleiki íborin øllum menniskjum, og er okkum øllum eitt ómissandi mentalt og nationalromantiskt kjølfesti. Men viðhvørt eru tað nøkur fá sum taka patent upp á hesi hugtøk og gera tey til eitt mál í sær sjálvum. Tað faktuella verður bakatelliserað - viðhvørt enntá beinleiðis falsificerað við villleiðandi dreymamyndum.
Yvirdrivin tjóðskaparkensla / –stoltleiki er ikki til at spæla við, tí í skeivum hondum kann tað fáa fatalar fylgjur. Eitt ikki ókent fyribrigdi í okkara heimliga Europa.
E.S. Peningagrabbi úr danska statskassanum er móðurmálinum óviðkomandi, men heldur eitt Norðuratlants-bólka-paradox. Ynskiligt og kanska meiri relevant hevði verið um Eyðun hevði sagt sína hugsan um føroyska ABC – problematikkin ella um støðuna hjá millumtjóða orðum í føroyska málinum!