Eyðun avskrivar 100 milliónir

Afturat teimum 65 milliónunum, sum Taks longu hevur avskrivað, hevur Taks sett fram krøv um 31 milliónir krónur í mvg, sum ongantíð vunnu vegin fram til landskassan. Eyðun Mørkøre dugir ikki at meta um, hvørt hann fær nakra krónu innaftur.

Jón Brian Hvidtfeldt

- Jú, vit mugu bara staðfesta, at okkara metingar vístu seg at halda. Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, hyggur eftir sonevnda svartalista hjá Taks, sum er ein listi yvir virki og einstaklingar, har tapsvandin er stórur.
Í fjørsummar roknaði Taks við, at næsta hálva árið fór at vera neyðugt at avskriva 33 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi.
- Pr. 31. desember 2012 hava vit meldað 31 milliónir krónur inn í mvg-krøv í trotabúgv, váttar Eyðun Mørkøre ídag.
Her er í fleiri førum talan um trotabúgv, sum ikki eru endaliga gjørd upp, og tí er vónleyst at meta um, hvussu nógvar av teimum 33 milliónunum Taks fær inn.
- Nei, tað dugi eg als ikki at meta um, sigur Eyðun Mørkøre.
Rokna vit hesar 31 milliónir sum taptar, so hevur Taks síðstu árini avskrivað 96 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi.

Meira útistandandi
Landsgrannskoðanin staðfestir, at síðani 2006 eru eftirstøðurnar av meirvirðisgjaldi øktar úr 70,9 milliónum upp í 119,4 milliónir krónur. Sambært stjóranum á Taks eru tvinnar orsøkir til gongdina.
- Vit hava upplivað verri tíðir í samfelagnum, har fleiri fyritøkur hava havt trupult við at gjalda sínar rokningar. Og á hinum bógnum hevur Taks framt størri eftirlit á hesum øki síðstu árini, serliga innan byggivinnuna, og har eru vit so komin fram á meirvirðisgjald, ið skal gevast upp, sigur Eyðun Mørkøre.
Sambært stjóranum var mvg-eftirstøðan 117 milliónir krónur, tá árið 2012 varð gjørt upp. Málið hjá Taks er, at eftirstøðan skal koma niður um 110 milliónir.

Eftirlýsta amboðið
Í samband við at lógin um meirvirðisgjald skuldi koma í gildi afturi í 1993, varð tosað um at geva Taks heimild at steingja fyritøkur, sum ikki rindaðu tað meirvirðisgjald, ið tær høvdu krav inn vegna landskassan. Men uppskotið fekk ikki politiska undirtøku og varð ongantíð sett í gildi.
- Jú, eitt slíkt amboð hevði óivað avmarkað nøkur tap, staðfestir Eyðun Mørkøre turt ídag.
Eftir politiskt tos um hetta í fleiri ár, varð lógin um meirvirðisgjald broytt í fjør. Við lógarbroytingini fekk Taks heimild at strika eitt felag, um tað ikki hevur latið latið inn meirvirðisgjald fýra fylgjandi avgjaldstíðarskeið (sí aðra grein).
- Tað er eingin loyna, at vit ynsktu hetta amboð eftir tvey fylgjandi avgjaldstíðarskeið, men hetta var so politiski viljin, og tað er so tað, sigur Eyðun Mørkøre.
Taks hevur enn ongantíð brúkt hetta nýggja amboð, níggju mánaðir eftir lógarbroytingina.
- Vit hava valt at fara varisliga til verka, sigur Eyðun Mørkøre og leggur afturat, at Taks roknar við at fyritøkur fara at uppføra seg betri eftir lógarbroytingina.
Stjórin sigur seg tó ikki ivast í, at nýggja amboðið hevur ein virknað, tí nú hevur Taks heimild at strika fyritøkur, sum ikki rinda sítt meirvirðisgjald. Og enn einaferð ásannar hann, at amboðið skuldi verið komið fyrr.

Ongar gamlar syndir
Á listanum yvir feløg, har Taks hevur endaliga avskrivað meirvirðisgjald, ella í øðrum lagi hevur sett fram krav móti trotabúgvum, ganga aftur nógvir fólk, sum framvegis eru virkin í vinnulívinum. Men hóast hesi fólk harvið eiga sín part av orsøkini til, at útvið 100 milliónir mangla í landskassanum, so hevur Taks einki amboð at krevja tey eftir pengunum.
- Nei, tað sum er avskrivað, er farið, staðfestir Eyðun Mørkøre.
Lógarbroytingin frá 2012 gevur heldur ikki nøkur amboð í somáta. Einasta nýggja er, at Taks fær eitt sindur neyvari eftirlit við hesum mvg-skuldarum.
- Populert kanst tú siga, at vit hava møguleika at seta hesar persónar á ein sonevndan svartalista, har vit kunnu áleggja teimum at seta fram trygd móti framtíðar mvg-rokningum. Og so kunnu vit eisini stytta avgjaldstíðarskeiðið hjá hesum persónum. Men hesi amboð peika bara frameftir, ikki aftureftir, sigur Eyðun Mørkøre.
Møguleikin at fara eftir gamlari skuld hjá teimum, sum í framtíðini forvinna pengar, er also ikki til staðar. Og Taks hevur heldur ongan møguleika at forða fólki, sum umvegis síni gomlu feløg standa í stórari mvg-skuld til tað almenna, at taka upp nýtt virksemi.
Eyðun Mørkøre dugir í dag ikki at vísa á dømi um, at broytingarnar í mvg-lógini frá 24. apríl í fjør hava havt virknað.
- Nei, eg havi ikki dømi um tað. Men eg eri tó sannførdur um, at broytingin hevur og fer at hava ein virknað, sigur stjórin á Taks.