Stríðið um formanssessin í fíggjarnevndini er loyst. Tað verður Eyðgunn Samuelsen, sum skal sita har í eitt ár, tí Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skulu skiftast um sessin Telvingin um val av løgtingsnevndum er komin upp undir land. Stríðið um formanssessin í fíggjarnevndini sær út til at vera loystur soleiðis, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skulu skiftast annaðhvørt ár.
Javnarðarflokkurin fær fyrsta árið, og tað verður Eyðgunn Samuelsen, ið eftir øllum at døma fer at seta seg í formanssessin, meðan Tjóðveldi fyrsta árið fær tveir nevndarsessir
í Fíggjarnevndini og formanssessin í Landsstýrismálanevndini.
Afturat hesum fær Tjóðveldi annan sessin í Norðurlandaráðnum, og tað verður fyrst Sjúrður Skaale, sum verður avloystur av Heidi Petersen, tá hann fer á Fólkating fyri Annitu á Fríðriksmørk. Hin limurin í Norðurlandaráðnum fær andstøðan, og hesin fellur á Kaj Leo Johannesen, formann í Sambandsflokkinum.
Um eitt ár verður býtið so tað øvugta millum Javnarðaflokkin og Tjóðveldi, tá tað kemur til Fíggjarnevnd, Landsstýrismálanevnd og annan limin í Norðurlandaráðnum.
Tað merkir, at formanssessirnir í løgtingsnevndunum koma at verða mannaðir soleiðis:
Fíggjarnevndin: Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Landsstýrismálanevndin: Heidi Petersen, Tjóðveldi
Uttanlandsnevndin: Jenis av Rana, Miðflokkurin
Mentunnarnevndin: Bill Justinussen, Miðflokkurin
Vinnunevndin: Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin
Trivnaðarnevnd: Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Rættarnevndin: Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Løgtingsfundurin, ið skuldi vera í morgun kl. 10, men sum varð útsettur tí semja var ikki um fíggjarnevndarformannin, verður tikin uppaftur um eina løtu.