Heimsgitna bókin, EXODUS, kemur nú á føroyskum máli. Forlagið Varðin gevur út. Tað er Bergtóra Justinussen, í samstarvi við Svein Ísheim Tummasson, sum hevur týtt bókina.
Bókin er ein skaldsøga, har høvundurin, Leon Uris í fororðinum sigur, at sumt av tí, sum sagt verður frá, er farið fram í veruleikanum og kann skjalprógvast. Eisini verður greitt frá mongum, ið byggir á veruleikan, men er lagað til bókina.
Allar persónarnar í EXODUS hevur høvundurin heilt og fult íspunnið sjálvur.
Undantiknir eru teir almennu persónar, ið nevndir eru á navni, so sum Churchill, Trumann, Pearson og hini, sum livdu í hesum serstakliga søguliga tíðarskeiði.
Skaldsøgan EXODUS snýr seg um ta ringu viðferð, jødar fingu í Evropa, Palestina og aðrastaðni fram til 1948, tá ríki Ísraels var endurstovnað. Heitið er lænt úr Bíbliuni, har orðið verður nýtt um fráferðina úr Egyptalandi við Mósesi á odda.
Í skaldsøguni verður sagt gjøllað frá eittnú ghetto-lívinum, Gudsstrúgv jødanna, Holocaust og uppreistrinum í Warshava-ghettoini.
Lagnutræðrirnir hjá mongum einstaklingum úr ymsum heraðshornum flættast saman við sionismuni, ið tók seg upp síðst í 19. øld, sum ein tjóðskaparrørsla, við tí greiða endamáli at endurskapa jødiskan samleika í útlegdini. Strembað var eftir at gera hebraiskt til vanligt talumál aftur, og jødar tóku sær gomul hebraisk nøvn. Eldhugaðir sionistar settu sær sum fremsta mál at vinna aftur hitt mista heimlandið - við øllum sum til handa stóð.
Rithøvundurin LEON URIS var føddur í Baltimore í USA í 1924 og doyði í 2003. Foreldur hansara vóru bæði jødar: pápin tilflytari úr Pólandi og mamman dóttir tilflytarar úr Russlandi. Leon Uris tók lut í øðrum veraldarbardaga sum amerikanskur flotahermaður í Kyrrahavi og var m.a. við í tiltiknu orrustuni í Guadalcanal. Eftir kríggið starvaðist hann sum blaðmaður, men fór so at skriva skaldsøgur, sum yvirhøvur fingu góða móttøku.
EXODUS er kendasta skaldsøga hansara. Hon kom út í 1958 og gjørdist mest selda bók í USA síðan Gone With the Wind (1936). Tvey ár eftir kom filmurin har Paul Newmann hevur høvuðslutverkið.
EXODUS verður løgd fram í ØSTRØM mikudagin 26. november kl. 16 - 18. Har verður greitt frá bókini, og tilber at ogna sær hana signeraða. Svenning av Lofti fer at siga nøkur orð og Heine Lützen fer at syngja.