Evy á Lakjuni var ferfaldur málskjútti

KÍ kvinnurnar hava í kvøld sett punktum fyri ársins Europa luttøku við 6-1 sigri ímóti makedonska meistaraliðnum

Í tveimum teimum fyrstu royndunum endaði tað við tapum ímóti íslendsku og kroatisku meistarunum.

Í kvøld spældi KÍ triðja og síðsta dystin í ársins Europa kapping, og tað ber ikki til at siga annað, enn at KÍ kvinnurnar settu punktum fyri altjóða luttøkuni í 2017 við maner.

KÍ vann 6-1 eftir 3-1 í fyrra hálvleiki.

Stóri spælarin hjá KÍ í kvøld var Evy á Lakjuni. Hon var fremsti álopsspælarin, og hon skoraði fýra mál. Hini bæði KÍ málini skoraðu Liljan Jacobsen og Eyðvør Klakstein, sum setti punktum við fínum langskoti.

KÍ hevði nógvar málmøguleikar. Tann størsti, sum ikki bar mál við sær, var tá ið Malena Josephsen í 54. minutti misnýtti brotsspark.

 

6-1 sigurin er sera trivaligur, men talan er ikki um metsigur hjá KÍ kvinnunum í europeisku kappingini. Í 2012 vunnu tær 11-1 ímóti Ada Velpoje úr Albania. Ta ferðina skoraði Sofía Purkhús fimm mál, Maria K. Thomsen fýra mál og Rannvá B. Andreasen tvey mál.

 

Istatov Makedonia-KÍ 1-6 (1-3)

Innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini.

Mánadagin 28. august kl. 17.00

Í Cibalia Vinkovci, Vinkovci í Kroatia

0-1: Evy á Lakjuni 12.

0-2: Liljan Jacobsen 29.

1-2: Jakovska 37.

1-3: Evy á Lakjuni 45+1.

1-4: Evy á Lakjuni 64.

1-5: Evy á Lakjuni 66.

1-6: Eyðvør Klakstein 83. 

KÍ: Ana Ivanov - Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Maria K. Thomsen - Gudny Johannesen, Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen (Tóra Mohr, 72.) - Sigrun Sirdal (Sanna Jacobsen, 57.), Evi á Lakjuni, Liljan Jacobsen (Lisa Joensen, 86.)

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Randi á Bergi, Tórunn Joensen, Anna Absalonsen

Gult kort: Sanna Jacobsen

Venjari: Aleksandar Jovevic

 

 

LIÐUGT

1-6

 

90) 1-6

Tríggir minuttir eru lagdir aftrat.

 

86) 1-6

Lisa Joensen avloysir Liljuna Jacobsen.

 

85) 1-6

Nú gongur tað mesta fyri seg í og kring brotsteigin hjá Istatov.

 

83) 1-6

1-6: Eyðvør Klakstein

Við fínum langskoti hevur verjukendi miðvallarin Eyðvør Klakstein økt um leiðsluna, so hon nú er 6-1.

 

81) 1-5

Evy á Lakjuni hevur eftir lítlari løtu havt tveir møguleikar at økja til 6-1 og skora fyri fimtu ferð í kvøld. Í báðum førum sendi hon bóltin framvið málinum. Serliga í seinna førinum var talan um stóran møguleika.

 

72) 1-5

Tóra Mohr avloysir Rannvá B. Andreasen.

 

68) 1-5

GULT KORT. Sanna Jacobsen, sum hevur verið á vøllinum í ellivu minuttir, sær gult fyri fríspark.

 

66) 1-5

1-5: Evy á Lakjuni

So hevur Evy á Lakjuni skorað fyri fjórðu ferð í kvøld. Uppleggið átti Liljan Jacobsen. KÍ hevur kós móti trivaligum sigri.

 

63) 1-4

1-4: Evy á Lakjuni

KÍ er av álvara á sigurskós, og Evy á Lakjuni, sum í kvøld er fremsti álopsspælarin, hevur nú skorað tríggjar ferðir.

 

57) 1-3

Sanna Jacobsen avloysir Sigrun Sirdal.

 

56) 1-3

NÚ hevði KÍ risa møguleika at økja um leiðsluna, men liðformaðurin Malena Josephsen misnýtir brotsspark. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, efti at Evy á Lakjuni varð óreglugliga steðgað.

 

55) 1-3

KÍ verjan er væl skipað, og aftur og aftur riggar rangstøðufellan hjá KÍ.

 

46) 1-3

Istatov hevur gjørt tvær skiftingar beinanvegin eftir steðgin.

 

46) 1-3

Í fyrstu atløgu snýr tað seg hjá KÍ um at halda tørn um leiðsluna, sum liðið vann sær í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ var greitt omaná.

 

HÁLVLEIKUR

1-3

Tær eru farnar av vøllinum at hvíla seg og leggja ráð um, hvat skal gerast í seinna hálvleiki. Í 30 hitastigum hevur KÍ verið greitt omaná ímóti makedonska meistaraliðnum.

Tølini siga, at KÍ hevur verið greitt omaná í fyrra hálvleiki. KÍ kvinnurnar hava havt trettan royndir ím+oti málinum, meðan mótstøðuliðið hevur havt tríggjar royndir.

 

 

45+1) 1-3

1-3: Evy á Lakjuni

So hevur KÍ í síðstu sekundunum undan steðginum økt um leiðsluna. Aftur var tað Evy á Lakjuni, sum skoraði. Uppleggið átti Maria K. Thomsen.

 

45) 1-2

Ein minuttir lagdir aftrat.

 

44) 1-2

Nú man tað ikki vera so langt frá, at Rannvá B. Andreasen fer at skjóta mál. Hon hevði aftur nú eina roynd, men bólturin streyk framvið málinum.

 

42) 1-2

Eftir horna endar bólturin úti aftur hjá Rannvá B. Andreasen, sum smekkar til, me bólturin fer við síðuna av málinum.

 

41) 1-2

KÍ er aftur við mótstøðumálið. Evy á Lakjuni roynir seg við skoti, men bólturin verður blokeraður til horna.

 

37) 1-2

1-2: Jakovska

KÍ hevur havt eina rúgvu av málmøguleikum og skorað tvey mál. Mótstøðuliðið hevur havt einstakar roynir hesa síðstu løtuna, og nú er spenningur í aftur - 2-1 til KÍ.

 

34) 0-2

Nú hevur makedonska Istatov eftir lítlari løtu havt tvær royndir ímóti KÍ málinum, men Ana Ivanov í KÍ málinum bjargar.

 

29) 0-2

0-2: Liljan Jacobsen

Eftir sending frá Sigrun Sirdal er tað Liljan Jacobsen, sum økir um KÍ leiðsluna.

 

26) 0-1

Tað er mest sum spæl til eitt mál. Nú var tað aftur Evy á Lakjuni, sum royndi ímóti málinum, men bólturin fór framvið.

 

25) 0-1

Nú var tað Liljan Jacobsen, sum royndi seg, men bólturin fór framvið. Tað hevði komið væl við, um tað eydnaðist at økja um leiðsluna, nú KÍ so ofta er í góðar støðu.

 

20) 0-1

So var aftur tætt við, at KÍ skoraði, men enn einaferð brast bólturin í træverkið. Í hesum førinum var tað málskjúttin Evy á Lakjuni, sum royndi seg.

 

18) 0-1

So er tað Liljan Jacobsen, sum roynir seg við skoti, men bólturin fer framvið málinum.

 

16) 0-1

KÍ hevur av álvara sett seg á spælið. Eyðvør Klakstein hevur havt tvær góðar royndir. Í fyrra førinum fór bólturin framvið, og í seinna førinum rakti hon træverkið, eftir at Rannvá B. Andreasen hevði sent horna innfyri.

 

12) 0-1

0-1: Evy á Lakjuni

So hevur KÍ lagt seg framum. Eftir sending frá Ragnu Patawary hevur Evy á Lakjuni lagt KÍ framum.

 

10) 0-0

Fyrsta løtan hevur verið friðarlig. Hvørki liðið hevur havt roynd ímóti málinum. 

 

08) 0-0

Tað eru 30 hitastig og eitt sindur skýggjað. KÍ kvinnurnar eru ikki so vanar við sovornan hita, sum mótstøðuliðið úr Makedonia er tað.

 

05) 0-0

KÍ hevur verið meiri í álopi, og Rannvá B. Andreasen hevur við horna lagt væl innfyri.

 

00) 0-0

Eftir tvey stórtap kann roknast við, at talan í dag verður um javnari uppgerð.

 

Istatov Makedonia-KÍ kl. 16.00

KÍ: Ana Ivanov - Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Maria K. Thomsen - Gudny Johannesen, Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen - Sigrun Sirdal, Evi á Lakjuni, Liljan Jacobsen