Í kvøld klokkan 19:30 fer franski varasendiharrin í Keypmannahavn, Thomas Wagner, at halda fyrilestur í Miðlahúsinum, hann nevnir »European challenges, a French perspective«. Tað er í sambandi við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Frakland á Tórsvølli í morgin, at Thomas Wagner, First Counsellor á fronsku ambassaduni í Keypmannahavn, vitjar Føroyar.
Í hesum sambandi skipar franski konsulin í Føroyum, Julianna Klett, saman við Vinnuhúsinum fyri áhugaverda fyrilestrinum.
Fyrilesturin er almennur.
Thomas Wagner hevur lisið Political Science og hevur arbeitt innan franska Uttanríkisráðið síðan 1993. Hann er serfrøðingur innan trygdarpolitikk og hevur m. a. arbeitt í Chad, við ST í Geneve og í Nato í Brussel. Síðan 2007 hevur hann verið næsti maður hjá franska ambassadørinum í Keypmannahavn.
Fyrilesturin er a enskum.