Evropisk minnisløta fyri Helmut Kohl

Ógvusligt familjuklandur og stríð hevur merkt fyrireikingarnar av jarðarferðini hjá fyrrverandi týska samveldiskanslaranum

Ógvusligt familjuklandur og stríð hevur merkt fyrireikingarnar av jarðarferðini hjá fyrrverandi týska samveldiskanslaranum

 

Týski kanslarin Angela Merkel fer at halda røðu við minningarhaldið fyri Helmut Kohl. Eisini Emmanuel Macron. Minningarhald fyri fyrrverandi týska kanslaran, Helmut Kohl, er í dag í STrasbourg í Frankaríki.

 

Eftir ynski einkjunnar verður ikki talan um statsjarðarferð í Týsklandi fyri »sameiningarkanslaranum«. Eftir minningarhaldið í STrasbourg verður kistan við Kohl flogin við tyrlu til Týsklands. Ein jarðarferðargudstænasta verður í býnum Speyer.

 

Við hátíðarhaldið í Strasbourg verða millum annað samveldiskanslarin Angela Merkel, franski forsetin, Emmanuel Macron, ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncher, fyrriverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, bretski forsætisráðharrin, Theres May og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.

 

Helmut Kohl, sum doyði í síðstu viku 87 ára gamal, gjørdist sum samveldiskanslari kendur sum týski sameinarin. Men stórar ósemjur hava merkt tilgondina til minningarhaldið í Strasbourg.

 

Eitt drúgvt stríð millum aðru konu Helmut Kohls, Maike Kohl-Richter, og tveir synir hansara, er av álvara kyknað eftir deyða fyrrverandi kanslarans. Illa stóð til, at Maike Kohl-Richter mikudagin noktaði øðrum syninum at vitja barnaheimið í Ludwigshafen.

 

Hann var komin saman við tveimum børnum sínum fyri at luttaka. Men eftir at hava bankað á dyrna fleiri ferðir, uttan at nakar svaraði, kom en løgreglumaður og boðaði frá, at tey vóru óynskt og skuldu fara. Báðir partar hava tosað sera ljótt um hvønn annan.

 

Vikublaðið Der Spiegel skrivar, at einkjan hjá Kohl, sum var 34 ár yngri enn hann, hevði ætlanir um at forða Angelu Merkel í at halda røðu við ES-hátíðarhaldið fyri Kohl í Strasbourg.

 

Kohl, sum í 1990'unum var mentor hjá merkel, kendi seg eftir øllum at døma sviknan av henni, tá hon í 1999 vendi honum bakið eftir eina skandalu í konservativa flokkinum CDU um floksstuðul.

 

Men greitt er, at Merkel fer at halda røðu á hátíðarhaldinum. Tað sama fara franski forsetin og Bill Clinton.

 

/ritzau/AFP