Evropisk avbjóðing úr fronskum sjónarhorni

Týskvøldið klokkan 19:30 fer franski varasendiharrin í Keypmannahavn, Thomas Wagner, at halda fyrilestur í Miðlahúsinum, hann nevnir »European challenges, a French perspective«

Tað er í sambandi við fótbóltslandsdystin millum Føroya og Frakland á Tórsvølli mikudagin 12. august 2009, at Thomas Wagner, First Counsellor á fronsku ambassaduni í Keypmannahavn, vitjar Føroyar.

Í hesum sambandi skipar franski konsulin í Føroyum, Julianna Klett, saman við Vinnuhúsinum fyri áhugaverda fyrilestrinum.

Fyrilesturin, sum er almennur, verður í Miðlahúsinum týskvøldið 11. august kl 19:30.

Um Thomas Wagner er at siga, at hann hevur lisið Political Science og hevur arbeitt innan franska Uttanríkisráðið síðan 1993. Tomas Wagner er serfrøðingur innan trygdarpolitikk og hevur m. a. arbeitt í Chad, við ST í Geneve og í Nato í Brussel. Síðan 2007 hevur hann verið næsti maður hjá franska ambassadørinum í Keypmannahavn.

Fyrilesturin er a enskum.