Gerast Føroyar partur av evropeiska loftferðslupakkanum, fer tað at standa føroyskum feløgum frítt í boði at flúgva á evropeiska meginlandinum, og hjá evropeiskum flogfeløgunum at flúgva á Føroyaleiðini. ? At evropeiski loftferðslumarknaðurin verður latin upp, gevur føroyskari flogferðslu betri karmar at mennast í, heldur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur borið evropeiska loftferðslupakkan í Løgtingið. Samtykkir Løgtingið evropeiska loftferðslupakkan, gerast Føroyar partur av evropeiska loftferðslumarknaðinum.
- Loftferðslupakkin er ein søgulig hending fyri føroyska flogferðslu. At evropeiski loftferðslumarknaðurin verður latin upp, gevur Atlantsflogi møguleika at víðka sítt virksemi. Í stóran mun hevur flúgvingin hjá Atlantsflogi higartil verið avmarkað til ferðamál til og og frá Føroyum. Loftferðslupakkin grevur Atlandsflog møguleika at flúgva á øll ferðamál í Evropa, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
Evropeiski loftferðslupakkin hevur til endamáls at loyva flogfeløgum at luttaka í felags evropeiska flogferðsluøkinum, ið fevnir um frælsa marknaðaratgongd, eins kappingartreytir, felags reglur fyri millum annað flogtrygd, trygdarverju av flogferðslu og arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Jørgen Niclasen heldur, at loftferðslupakkin skapar fyritreytir fyri framhaldandi menning hjá føroyskari flogferðslu.
- Samstundis sum evropeiski loftferðslumarknaðurin verður latin upp fyri okkum, hevur loftferðslupakkin samstundis við sær, at evropeisk flogfeløg kunnu flúgva til Føroya. Kapping á Føroyaleiðini er góð. Bæði fyri Atlantsflog og fyri okkum ferðafólk, heldur Jørgen Niclasen.
Evropeiski loftferðslupakkin kemur at fevna um 34 lond. Talan er um norðurlendsku londini, øll ES-limalondini og londini á Balkan.