Eygleiðarar siga, at franski uttanríkisráðharrin, Hubert Vedrine, segði ikki annað enn tað, sum Evropa hugsar, tá hann í einari opinskáraðari samrøðu við franska útvarpið France Inter mikudagin fanst at politikkinum hjá stjórnini í Washington.
- Vit stuðla USA, amerikanska fólkið er vinfólk okkara, og soleiðis verður tað eisini. Men í dag eru vit hótt av einari amerikanskari uppfatan, sum ber í sær, at alt snýr seg um bardagan ímóti yvirgangi. Men vit góðtaka ikki hendan hugburðin. Vit eiga at loysa teir grundleggjandi trupulleikarnar so sum fátækradømi og órættvísi, segði Hubert Vedrine við France Inter.
Politiskir eygleiðarar siga, at orðini hjá franska uttanríkisráðharranum eru enn ein tekin um ta veksandi ósemjuna millum USA og tess sameindu í Evropa. Aftan á atsóknirnar tann 11. september í fjør góvu evropeisku londini USA fullan stuðul, men síðani er kuril komin á tráðin.
Meðan Bush forseti tosar um lond sum Norðurkorea, Irak og Iran sum "ónd lond" og hóttir við at víðka bardagan ímóti yvirgangi, halda tey sameindu hjá USA í Evropa ikki, at tað er neyðugt við fleiri hernaðartiltøkum.
Treytaleysi amerikanski stuðulin til ísraelsku stjórnina bøtir heldur ikki um viðurskiftini millum USA og Evropa. Í útvarpssamrøðuni segði Hubert Vedrine beinleiðis, at Evropa er ímóti amerikanska stuðlinum til ísraelsku stjórnina.
- Eftir okkara tykki er tað skeivt at stuðla einum politikki, sum ikki hevur annað endamál enn kúgan. Politikkurin hjá Sharon er skeivur. Hetta hava vit sagt, og vit hava lagt fleiri uppskot fram, segði franski uttanríkisráðharrin.