Evropa dúvar upp á vindorku

Tey seinastu árini hava støðugt fleiri lond í Evropa lagt seg eftir at seta upp vindmyllur heldur enn at byggja nýggj kol- ella kjarnorkuverk. Hendan gongdin sæst eisini aftur í tølunum.

Evropeiski vindorkufelagsskapurin, sum eitur Ewea, sigur, at 39 prosent av orkuni, sum bleiv tikin í nýtslu í fjør, kom frá vindmyllum. Á teimum báðum næstu plássunum komu ávikavist gass og sólorka.

Hinvegin kom minni orka frá kol- og kjarnorkuverkum.

Tað eru serliga vindmyllur á sjónum, sum hava stóran áhuga. Tað er heldur ikki so løgið, tí tær framleiða 40 prosent meiri orku enn vindmyllur á landi, sigur Ewea.