Fyri tveimum vikum síðani gittu vit á in.fo um tríggjar profilar, ið kundu vera á veg til KÍ. Teir tríggir vóru Evrard Blé, og so landsliðsleikararnir Jónas Tór Næs og Jóan Símun Edmundsson.
Les eisini: Fleiri profilar á veg til KÍ
Í kvøld váttar KÍ, at felagið hevur gjørt sáttmála við miðvallaran Evrard Blé, ið farna kappingarár spældi fyri B68. Tað skrivar Norðlýsið.
Sáttmálin millum Evrard Blé og KÍ er galdandi fyri komandi kappingarár.
KÍ verður sostatt tað sjeynda felagið, ið Evrard Blé fer at umboða í Føroyum. Áður hevur hann spælt við VB/Sumba, AB, Víkingi, 07 Vestur, B36 og B68.