Tiltakið er frá klokkan níggju á morgni til miðdags og tað er bæði alment og ókeypis.
Úr Íslandi fara Hjálmar Árnason, Sigriður Ingvarsdóttir, Berglind Hallgrímsdóttir og Perla Björk Egilsdóttir at siga frá íslendsku royndunum at skapa samanhangandi nýskapanar- og íverksetaraskipanir.
Aftaná fyrilestrarnar verður pallborð um føroysku avbjóðingarnar at vaksa um vitanarvinnur, nýskapan og íverksetan.
Við pallborðið sita Hjálmar Árnason, Sigriður Ingvarsdóttir, Hannes Gislason og Regin W. Dalsgaard.
Ein av íslendsku fyrilestrunum hevur heitið “Úr herstöð í kunnleikabygd“ og er um útbúgvingar- og nýskapanarsetrið, Keilir, á gomlu herstøðini í Keflavík. Hesin fyrilesturin er á føroyskum, men hinir eru á enskum.
Ein annar fyrilestur er um Saga Medica, sum er eitt rættiliga nýtt virki, ið ger heilsuvørur og náttúruheilivág úr hvonn og øðrum urtum, ið vaksa í Íslandi.
Saga Medica heldur til í Kím-deplinum, ið er klekingardepil fyri heilsufyritøkur Í Kím eru í løtuni 12 fyritøkur, ið gera heilsuvørur, heilsutól, krabbameinskanningar v.m.
Ein triði fyrilestur er um Nýskapanarmiðstøð Íslands.