Evnisdagur um trivnað í Fuglafirði

Í Mentanarhúsinum í morgin verður fokus sett á nýggja familjumynstrið og trivnaðin hjá barninum. Málið er gott samstarv og trivnaður millum foreldur og starvsfólk Seinastu árini hava Súni í Hjøllum, skúlastjóri, Julianna Næs, leiðari í Dagstovninum, Jógvan Philbrow, leiðari í Frítíðarskúlanum, Eyðgerð Petersen, leiðari í Dagrøktini og Irena Olsen, leiðari á Sosialu deild hjá Fuglafjaðrar kommunu, havt regluligar fundir um at styrkja samstarvið millum stovnarnar í kommununi og skúlan og at menna samstarvið millum fakbólkarnar.

Arbeitt hevur verið við at fyriskipa ein evnisdag, sum nú verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í morgin, 7. apríl.

Fyrilestrarhaldari verður Jens Andersen, sum arbeiðir hjá PPR í Danmark. Hann er útbúgvin lærari og sálarfrøðingur og hevur skrivað fleiri greinir um frálæru og uppaling.

Stórur dentur verður lagdur á at gera øllum pørtum, sum varða av barninum, greitt, at uppalingin í enn størri mun fer fram á dagstovnunum og í skúlunum, men at tað eru foreldrini, sum hava týdningarmestu og endaligu ábyrgdina.

Leiðslubólkurin við nevndu fólkum roynir at menna samstarvið millum fakbólkarnar í skúlanum og á barnaansingarstovnunum. Málið er trivnaður og gott samstarv millum foreldur og starvsfólk.

Eftir døgurðasteðgin í morgin er evnið samstarv og trivnaður. Her verður røtt um, hvussu foreldur og starvsfólk kunnu samstarva um tað, sum tænir barninum best.

Spurningurin um ymiskar samstarvshættir verður eisini viðgjørdur. Samstarvshættir, ið kunnu elva til trupulleikar og einsemi og fáa barnið at kenna seg kveistrað til viks ? og samstarvshættir, ið styrkja bæði barn og tey, ið annars luttaka í búningargongdini.