Suðuroyar Skeiðsdepil er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at gera tað atkomuligt hjá fólki í útjaðaranum at fara á førleikamennandi skeið, ráðstevnur og onnur tiltøk. Mett verður, at tað hevur týdning, at fólk uttanfyri høvuðstaðarøkið fáa atgongd til førleikamennandi skeið. Fyri suðringar hevur hetta higartil ikki borið til uttan at liggja nátt í Havn, men við skeiðsdeplinum vóna stigtakararnir at broyta hetta.
Og leygardagin klokkan 14 skipar Suðuroyar Skeiðsdepil fyri evnisdegi í Stóra Pakkhúsi í Vági undir heitinum ?Kvinnur sum íbirtarar?.
Evnið ?íbirtari? verður lýst á ymsan hátt, m.a. við framløgu, filmi, kjaki og kvinnur greiða eisini frá sínum royndum sum íbirtari.
Kjartan Kristiansen fer at greiða frá og greitt verður frá um íbirtaraskeiðið, sum Menningarstovan og Føroya Handilsskúli skipa fyri. Filmurin ?Northern Women ? New Images? verður vístur og Karin Brattaberg sigur frá sínum royndum sum íbirtari. Rúna Hjelm leggur fram um íbirtarahugskot í Suðuroynni og so er kjak á skránni. Evnisdagurin endar klokkan 17 og øll eru vælkomin at taka lut og luttøkan er ókeypis.
Meira fæst at vita um tiltakið á heimasíðuni www.suduroy.net, Vágs Kommuna hevur stuðlað tiltakinum.
Nýggjur depil
Suðuroyar Skeiðsdepil er ein 3 ára verkætlan innan førleikamenning og endamálið er at skipa fyri førleikamennandi tiltøkum saman við skúlum, privatpersónum, almennum stovnum og vinnulívinum í Suðuroynni. Førleikamennandi tiltøk fevna um undirvísing, skeiðsvirksemi, evnisdagar ráðstevnur og annað upplýsandi virksemi í hesum sambandi.
Grundhugsanin aftanfyri verkætlanina er, at økismenning og eginmenning fylgjast. Av somu orsøk er tað eisini av stórum týdningi, at fólk uttanfyri høvuðstaðarøkið fáa atgongd til førleikamennandi skeið. Fyri suðringar hevur hetta higartil ikki borið til uttan at liggja nátt í Havn og hartil rindað stóran kostnað í samband við skeiðini, siga stigtakararnir og vóna teir við nýggja deplinum at broyta hesi viðurskiftini. Og leygardagin 10. januar verður fyrsta tiltaki, nevniliga evnisdagurin ?Kvinnur sum íbirtarar?
Skráin fyri evnisdagin er henda:
Kl. 14.00 Bjóðað verður vælkomin
Kl. 14.15 Kjartan Kristiansen greiðir frá um íbirting og um kvinnur sum íbirtarar
Kl. 14.30 Greitt verður frá íbirtaraskeiðnum fyri kvinnur, ið Menningarstovan
og Føroya Handilsskúli skipa fyri
Kl. 14.45 Filmurin ?Northern Women ? New images? verður vístur.
Kl. 15.15 Kaffisteðgur
Kl. 15.45 Karin Brattaberg fortelur um sínar royndir sum íbirtari
Kl. 16.15 Íbirtarahugskot í Suðuroynni (Rúna Hjelm leggur fram)
Kl. 16.30 Kjak
Kl. 17.00 Evnisdagurin endar