Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður konsert í Havnar Kirkju, har musikkskúlanæmngar fara at spæla.
Hetta eru næmingar, sum vera við í Berlinsku tónleikakappingini, sum verður í Keypmannhavn seinast í hesum mánaðinum.
Føroysku næmingarnir, sum hesa ferð eru við í kappingini, eru í aldrinum 11 – 15 ára og teir eru átta í tali: Silas Hannesarsson, violin Pernille Hovgaard Riger-Kusk, trompet Bjørk Lamhauge, violin Var Iversen Lindenskov, cello Jonhild Høgnadottir Debes, cello Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, klarinet Gwendolyn Philbrow, cello Sólja Hansen, cello
Á konsertini, sum verður klokkan 19, spæla tey tónleikin, tey skulu spæla í kappingini og tað verður klaverleikarin, Birgitte Schnakenburg, sum hevur undirspælið.
Berlingska Klassiska Tónleikakappingin hevur hildin síðan 1972 við tí endamáli at stuðla og eggja teim ungu til at spæla.
Hóast kappingin er fyri øll børn og ung undir 17 ár, er hetta ein serstøk gularót fyri teir sera gávuríku næmingarnar.
Tveir musikkskúlanæmingar úr Føroyum, Dávur Juul Magnussen og Rúni Hentze, hava áður vunnið vunnið gullvirðisløn og sostatt rættin at spæla til konsert í Tivolis Konsertsal.
|











