Everton misti á stokkinum í yvirtíðini

Everton hevði ein 1-1 javnleik í fyrru hálvfinaluni, men mistu alt á gólvið

Fyrra hálvfinalan ímillum Chelsea og Everton í Liga-steypakappingini var á Stamford Bridge í kvøld. Shaun Wright-Phillips legði Chelsea á odda eftir 26 minuttir. Yakubu javnaði fyri Everton í 64. minutti, men í yvirtíðini skoraði Shaun Wright-Phillips við einum stútara aftur fyri Chelsea, so teir vunnu 2-1. Chelsea-leikarin, John Obi Mikel fekk beinleiðis reytt kort fyri eina grova takkling ímóti Phil Neville. Seinna hálvfinalan verður á Goodison Park, mikukvøldið 23. januar. Í morgin leika Arsenal og Tottenham fyrru hálvfinaluna sína millum. Hesin fyrri dysturin verður leiktur á Emirates Stadium.