Niels og Lylli fara at spæla til konsert í Atlantis leygardagin. Teir tulka Evert Taube á føroyskum. Teir báðir Lylli og Niels Midjord hava síðstu árini umframt Kingosangin fingist við at tulka kenda svenska vísuskaldið Evert Taube á føroyskum, og sum tíðin er liðin, eru fleiri og fleiri vísur lagstar afturat, og nú hava teir so tikið seg saman og givið hetta tilfarið út á fløgu. Fløgan kallast: ?Sum ungur caballeiro?.
Í hesum sambandi verður vísusangløta í ATLANTIS í Klaksvík leygardagin kl. 16.00.
Á hesu vísusangløtu, er meiningin, at øll tey sum koma fáa eitt hefti, har allar tær vísur hjá Evert Taube , sum eru týddar til føroyskt, eru í.
Niels og Lylli fara at syngja fleiri av vísunum, ið eru á nýútkomnu fløgu teirra.