Fríkirkjan Evangelist, sum eisini er virkin í Føroyum, er meldað til løgregluna fyri ágang ímóti einum smádrongi. Leiðarin fyri Evangelist stúrir ikki fyri at fáa løgregluna á vitjan. Hann vil fegin hava eina kanning av málinum. Í gjárkvøldið vildi sending á donsku sjónvarpsrásini TV2 verða við, at trúðarfelagsskapurin Evangelist tekur heiligvág frá sálarliga sjúkum fólkum og roynir at gera tey frísk við bøn, fastu og tungutalu.
Og í dag hevur felagsskapurin Børns Vilkår meldað Evangelist til løgregluna fyri at hava framt likamligan ágang ímóti einum 11 ára gomlum drongi í fjør.
Sambært felagsskapinum var drongurin farin í fríkirkjuna at lurta eftir bíbliusøgum. Seinni greiddi hann frá, at frá trimum vaksnum monnum fekk hann at vita, at hann hevði illar andar í sær, og at teir skuldu rekast út. Menninir hildu dronginum, meðan teir talaðu í tungum og róptu í andlitið á honum. Eitt korter seinni slapp drongurin leysur.
Leiðari fyri Evangelist er prædikumaðurin Christian Hedegaard, sum javnar vitjar í Føroyum og heldur møtir. Hann avvísir allar ákærur ímóti trúðarfelagsskapinum.
- Vit verða forfylgd og gjørd til láturs í Danmark. Vit royna at hjálpa fólkum, sum eru illa fyri, og tær ákærur, sum koma ímóti okkum í miðlunum, eru ósannar. Eg kenni fólkini og teirra søgur, og eg haldi, at tað er langt úti, at miðlarnir brúka hesi fólkini, sum eru so illa fyri og langt úti, sigur Christan Hedegaard við Rás2.
Hann stúrir ikki fyri at fáa løgregluna á vitjan.
- Politiið skal verða vælkomið hjá okkum. Lat okkum endliga fáa ein kanning av hesum, tí tað er við at blíva eitt sindur monotont, at Børns Vilkår ákærir okkum fyri líkt og ólíkt í miðlunum. Lygnin fer at falla til jarðar, sigur Christian Hedegaard.