Evangelist aftur í brennideplinum

Nú er trúðarrørslan Evangelist, sum eisini er virkin í Føroyum, aftur í brennideplinum í Danmark. Yvirlækni kallar viðgerð og framferð hjá Evangelist lívshættisliga. Í sendingini ?Operation X?, sum TV2 sendir í kvøld, verður sjóneykan sett á viðgerðarhættir hjá Evangelist. Í sendingini verður millum annað ført fram, at Evangelist tekur heiligvág frá sálarliga sjúkum fólkum og roynir ístaðin at gera fólkini frísk við bøn, fastu og tungutalu. Harafturat verður eisini víst, hvussu Evangelist rekur illar andar úr fólki.

Henrik Rindom, sum er yvirlækni í sálarsjúkum, sigur við TV2, at viðgerðin hjá Evangelist er beinleiðis lívshættislig.

Prædikumaðurin Christian Hedegaard, sum er leiðari í Evangelist og javnan vitjar í Føroyum, sigur við Ekstrablaðið, at TV2 hevði, áðrenn tey vitjaðu Evangelist, avgjørt, hvussu teirra søga skuldi verða.

- Eg vil ikki koma inn á persónlig viðurskifti, men nógv av teimum fólkunum, vit hava í viðgerð, eru staklar, og eg undrist á, at TV2 ókritiskt brúkar hesi fólk, sigur Christian Hedegaard.

Hann heldur lítið um, at yvirlæknin kallar viðgerðina hjá Evangelist fyri lívshættisliga.

- Tað eru álvarsligar ákærur, sum hann kemur við, og yvirlæknin tosar um nakað, sum hann einki veit um. Hann hevur ongantíð vitjað okkum, og hann umboðar eina skipan, sum á hvørjum ári drepur fleiri menniskju orsaka av ov nógvum heiligvági, sigur Christian Hedegaard við Ekstrablaðið.