Evangelisk fundarøð í Eysturoynni

Frá sunnukvøldinum 30. mars til sunnukvøldið 6. apríl verður ein evangelisk fundarøð í Eysturoynni undir heitinum: ?Frelsa, friður og frælsi í Kristusi?. Fyrst verða fundir í Filadelfia í Gøtu frá sunnukvøldi til hóskvøld. Síðani verður farið í studentaskúlahøllina á Kambsdali, har fundir verða frá fríggjakvøldi til sunnukvøld. Fundirnir bæði sunnukvøldini verða kl. 18, allir hinir kl. 20. Svenning av Lofti, evangelistur, verður høvuðstalari og Páll á Lakjuni og Svein Petersen taka sær av fundar- og sangleiðslu.Fundirnir í studentaskúlahøllini á Kambsdali verða skipaðir sum sangløtur.

Fríggjakvøldið fara Jóan Magnus Olsen og Durita Mohr Jacobsen at syngja. Leygarkvøldið syngur eitt manskór úr Ebenezer í Havn og sunnukvøldið fer Siloakórið at syngja. Í Filadelfia fara Kristina Bærendsen, Bárður á Lakjuni, Kai Meyer, Svein Petersen o.o. at syngja. Svenning av Lofti endar øll kvøldini við einum evangeliskum boðskapi.

Leygardagin 5. apríl verður skeið í Filadelfia í Gøtu. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar, ið hann nevnir ?Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti?.

Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17. Øll eru vælkomin. Tað er ikki neyðugt at tekna seg, og skeiðið er ókeypis.