Norðurlendska bókmentavirðislønin fer í ár til Svøríki. Tað er Eva Ström, yrkjari, rithøvundur og litteraturkritikari, sum fær virðislønina í ár fyri yrkingasavni »Revbensstäderna«. Hetta er sætta yrkingarsavnið, sum Eva Ström hevur yrkt.
Dómsnevndin grundgevur avgerina soleiðis:
» Eva Ström er ein seregin rødd í svenska yrkingalandslagnum. Hon er ein av forgangarunum fyri tey yngru ættarliðini og hon heldur áfram at fornýggja seg sjálva. Hon kannar mørkini í málinum og møguleikarnar í orðinum. Revbensstäderna vísa hennara mót, intensitet og klárleika við hvørjum hon lýsir menniskjaslig kor í dagligu verðini.«
Eva Ström er fødd í 1947 í Liding-ö og býr í Kristiansstad. Hon debuteraði sum rithøvundur
við yrkingasavninum »Denn brinnandi zeppelinaren« í 1997. Í árunum 1977-88 arbeiddi hon sum lækni, men í dag er hon fulltíðarrithøvundur. Eva skrivar lyrik, skaldsøgur og dramatik. Sum dramatikari hevur hon millum annað samstarvað við Suzanne Osten.
Norðurlendska bókmentanarvirðislønin sum í ár er áljóðandi 350.000 danskar krónur, verður latin Evu Ström í Oslo í oktober í ár. Tilsamans vóru 12 bøkur innstillaðar til virðislønina, harav var ein bók føroysk.