Eva Kruse, sum er Chief Executive Officer í Danish Fashion Institute, var sjálvandi eisini til byrjunarshowið týskvøldið. Flestu føroyingar kenna hana tó helst best sum sjónvarpsvert, tí hon hevur havt bæði talkshow og mótasendingar á Tv2 og Tv3.
Eva Kruse verður onkuntíð nevnd "stjórin fyri donskum móta", tí Danish Fashion Institute er eitt stórt felag, har allar flestu donsku sniðgevarnir eru limir. Barbara í Gongini og Guðrun&Guðrun eru eisini limir í felagnum, sum er ein netverksorganisatión fyri donsku mótavinnuna. Ein av uppgávunum er m.a. at profilera danskan móta á altjóða marknaðinum. Tað verður í høvuðsheitum gjørt á mótavikuni, sum veksur ár um ár. Alsamt fleiri altjóða mótajournalistar koma til Keypmannahavnar hesa vikuna, og tað sæst eisini aftur á útlendska marknaðinum.
Eva Kruse hevur verið ein av høvuðsfyriskiparunum av Copenhagen Fashion Week í fleiri ár, og á byrjunarshowinum í ár sat hon til borðs við Mary krúnprinsessu.