Liðini hjá Vilhelmi Poulsen og Jóhan á Plógv Hansen, Hannover-Burgdorf og Skanderborg-Aarhus hava verið í leiki í millumspælinum í EHF European League í kvøld.
Í bólki 4 var tað greitt undan útidystinum móti Nexe í Kroatia í kvøld, at Hannover-Burgdorf vinnur bólk 4, og vinnur seg harvið beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Tí var tað ikki so "dýrt", at Hannover-Burgdorf tapti 23-26 fyri Nexe, ið var á odda 14-9 í steðginum.
Vilhelm gjørdist toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf. Hann skoraði fimm mál upp á 10 málroyndir.
Hannover-Burgdorf vann bólkin við átta stigum.
Í bólki 2 var tað sera óheppið, at Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir á heimavølli taptu 29-30 fyri Porto. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Jóhan skoraði trý mál upp á sjey málroyndir.
Porto vinnur bólkin við átta stigum, og tí má Skanderborg-Aarhus spæla tveir Play Off dystir um rættin at spæla fjórðingsfinalur. Skanderborg-Aarhus endaði á triðja plássinum í bólkinum við seks stigum. Eisini norska liðið, Elverum fór framum Skanderborg-Aarhus, og endaði á øðrum plássinum við átta stigum.










