Ognarskattur óføroyskur

Nakrir búskaparfrøðingar hava mælt til, at vit skulu áseta ognarskatt í Føroyum. Ein fór so langt sum at siga, at Føroyar eru skattaskjól fyri tey, sum gera íløgur í fastogn.


Ósøgd fakta

 

Tíverri er lítið komið fram um, at føroyingar hava ein øðrvísi fastognarmarknað enn okkara grannalond. Í Týsklandi býr 50% av fólkinum til leigu. Í Danmarka búgva 40-45% av fólkinum til leigu. Í Føroyum búgva umleið 20% av fólkinum til leigu.

 

Vit kunnu spyrja hví og gera okkum tankar um samanhangin.

 

Eg meti, at ein orsøk til, at so mong búgva til leigu í Týsklandi og í Danmark, er ognarskatturin. Tað er snøkt sagt ov dýrt at eiga sítt egna. Ikki bara, tí tað kostar at útvega sær bústað, men so sanniliga eisini, tí tað kostar at eiga ein bústað.

 

Uppsparing

 

Tað er lutfalsliga nýtt í Føroyum, at allir føroyingar spara upp til eftirløn. Tað gamla var og er framvegis, at stórur partur av lívsuppsparingini liggur í sethúsunum. Um vit siga, at eini sethús eru høvuðsuppsparingin, vildi tað verið at skatta pening tvær ferðir, um vit leggja ognarskatt á bústaðin. Tí ognin er goldin av skattaðum peningi eins og uppsparingin er goldin av skattaðum peningi. Um vit skuldu goldið skatt av prísvøkstri frároknað inflatión, skuldu vit eisini kunnað fingið skattafrádrátt fyri prísminking frároknað deflatión. Tað vildi kravt eina stóra og helst dýra skattafyrisiting, har vinningurin fyri land og fólk vildi verið sera ivasamt.

 

Føroyskar loysnir

 

Fara vit at áleggja ognarskatt, er skjótt, at ognarmarknaðurin broytist. At fleiri fara at velja ognina frá og búgva í leigaðum bústaði. Tað merkir brostnir dreymar um eini hús sum karmur um familjuna og trivnaðin. Tí tey flestu vilja eiga sítt egna, har tey eru harrar í egnum húsi á egnum matrikli.

 

Latið okkum liva og virka í Føroyum eftir føroyskum leisti.

 

 

 

Bill Justinussen, valevni hjá Fólkaflokkinum