European League: Elias var toppskjútti í útisigri hjá Kiel

Kiel er nú fremst í millumbólki 3

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á útivølli í millumbólki 3 í EHF European League. Dysturin var ímóti Porto.

 

Tað eydnaðist Kiel at vinna dystin 35-30. Í steðginum vóru Elias og liðfelagarnir frammanfyri 17-15.

 

Elias skoraði sjey mál og gjørdist saman við Imre Bence úr Ungarn besti málskjúttin hjá Kiel.

 

Í sama bólki leikti Melsungen heldur óvæntað javnleik 26-26 (15-16) móti Vojvodina, ið fekk sítt fyrsta stig í kvøld.

 

Aftaná fimm umfør er Kiel fremst í millumbólkinum við níggju stigum. Melsungen hevur átta stig. Porto hevur tvey stig, og Vojvodina er aftast í bólkinum við einum stigi.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spæla Kiel og Melsungen bólkafinalu í Wonderino-høllini í Kiel. Við javnleiki ella sigri hevur Kiel vunnið bólkin.