European Cup: Neistakvinnur skulu royna seg móti Benfica

Neistakvinnur spæla báðar dystirnar í triðja umfarinum í European Cup í Pavilhão da Luz í Lissabon í Portugal

Í vikuskiftinum skulu neistakvinnur spæla tveir dystir í triðja umfarinum í European Cup.

 

Báðir dystirnir vera spældir í Pavilhão da Luz høllini í Lissabon í Portugal móti Benfica.

 

Fyrri dysturin verður leiktur leygardagin klokkan 13, føroyska tíð, og seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 14, føroyska tíð.

 

Seinni dysturin verður tekniskt heimadysturin hjá Neistanum. 

 

Enn eru odds hjá veddingarfyritøkunum ikki komin upp á dystirnar millum Benfica og Neistan, men sannlíkt er, at talan verður um eina favorittstøðu til Benfica.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Pavilhão da Luz, har neistakvinnur skulu spæla tveir dystir í European Cup