Europe gevur nýggja fløgu út

Í fjør vóru Europe høvuðsnavn á G!Festivalinum, og fyltu Gøtusand við fjepparum, tað er eingin ivi um, at tað serliga vóru gomlu klassikararnir, ið fingu lív í fólk, men eisini vóru tey, ið fjeppaðust illa uppi í nýggja tilfarinum, hesi kunnu nú gleða seg, tí 30. oktober kemur nýggj Europe fløga.

 
 
 
 
Sambært Gaffa.dk eitur komandi fløgan Secret Society, og hetta er sjeynda útgávan hjá svensku glamrokkarunum. Í sambandi við útgávuna spælir Europe í Vega í Keypmannahavn 30. oktober.