Europavegurin er breiðari hjá Víkingi

Eftir fleiri vónbrot var sigurin søtur á útivølli ímóti EB/Streymi, sum fyri aðru ferð í fýra dagar fór av heimavøllinum uttan at hava skorað mál

Tað hevur aftur og aftur verið tosað um, at vánirnar fyri, at Víkingur í 2024 skuldi vera við í Europakapping, sóu út til ikki at vera so góðar, og at víkingarnir vóru undir trýsti, tí 07 Vestur seinastu vikurnar hevur avrikað væl og vunnið fleiri stig enn Víkingur.

 

Eftir sannførandi 2-0 sigurin í Hólmanum á Eiði í dag fara víkingarnir at rigga til luttøkuna í ársins europeisku kapping. Enn er nógv at spæla um og fyri, áðrenn tað verður greitt, hvat fjórða føroyska liðið verður í Europa í 2024. KÍ, B36, sum nú er næstfremst, og HB liggja væl í svinginum, og um vikuskiftið er møguleikin betraður ikki so lítið hjá Víkingi aftur at vinna europeiskt atgongumerki.

 

Í gjár tapti 07 Vestur á Argjum, og í dag vann Víkingur á Eiði.

 

­­­Tølini siga, at Víkingur vann fimm hornaspørk, og at EB/Streymur vann eitt hornaspark. Tølini siga eisini, at Víkingur vann seg til seks stórar møguleikar, og at EB/Streymur vann seg til ein stóran málmøguleika.

 

Mikukvøldið tapti EB/Streymur fyrru hálvfinaluna um løgmanssteypið 3-0 á heimavølli ímóti B68.

 

Higartil í ár hevur Gutti Dahl-Olsen verið sera væl upplagdur fremsti maður hjá EB/Streymi. Síðstu ferðirnar hevur hann verið skaðadarvaður, og í dag varð hann ikki skiftur inn, fyrr enn tað manglaðu seks minuttir.

 

Hjá Víkingi var Ingi Jonhardsson, sum leingi hevur verið skaddur, aftur á vongverjanum í vinstru, meðan Finnur Justinussen ikki var á listanum. Hann hevur brotið hondina.

 

Seks minuttir undan steðginum legði Martin Klein Joensen Víking á odda. Uppleggið átti Ingi Jonhardsson úr vinstru.

 

Eftir steðgin vóru møguleikar b+aðar vegir. Gutti Dahl-Olsen kundi havt skorað, og Rani Hansen sendi eftir innlegg úr høgru bóltin í málið, men dómarin kolldømdi, tí Rani hevði havt bóltin á hondini.

 

Víkingur vann flestu møguleikarnar, og eitt nú Jákup Johansen var í tveimum góðum støðum at økja um munin. Tað var innskifti Poul Kallsberg, sum av brotsteigarmarkinum og við fløtum skoti setti bóltin dygst inn við stólparótini, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði spælt hann leysan úr vinstru.