Tað kemur sjáldan fyri, at eingin landskappingardystur verður spældur í Gundadali, men soleiðis er tað hesa ferð.
Meistararnir í HB eru við stórum fylgi – eitt nú í reyðu býbussunum - komnir til Runavíkar, og B36 er saman við trúføstum viðhaldsskara komið til Fuglafirðar.
Merkisvert er tað, at tað er í hesum báðum dystunum, har meistararnir og silvurvinnararnir eru mótstøðulið, at tað verður avgjørt, um tað verður B36 ella NSÍ, sum næsta summar skal spæla europeiskan fótbólt.
Føroyar eiga fýra pláss í europeisku kappingunum. Umframt HB og ÍF hevur Víkingur sum steypavinnari tryggjað sær rætt at luttaka í altjóða kappingini næsta summar.
-Vit eru komnir til Runavíkar at fáa gullkrónurnar og FM steypið, og sjálvandi ætla vit okkum at vinna øll stigini. Tað gera vit hvørja ferð, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð, sigur FM venjarin Oddbjørn Joensen. Hann fegnast yvir, at FM heitið varð tryggjað síðsta vikuskifti.
-Vit vónaðu, at tað bar til at fara til Runavíkar sum meistarar í staðin fyri at fara inn hagar fyri at vinna FM heitið. Fyrr í ár vunnu vit 4-0 við Løkin, men úrslitini hjá Heðini Askham og NSÍ siga, at vit kunnu rokna við stórari avbjóðing, og teir hava jú bronsumerkini og harvið europeiskan fótbólt at spæla fyri, sigur Oddbjørn Joensen, sum hevur allar sínar menn á manningarlistanum.
Hjá NSÍ eru miðverjin Jens Joensen og sentrali miðvallarin Magnus Olsen leikbannaðir eftir ávikavíst reytt og gult kort í 3-1 tapinum í Fuglafirði. Umframt at bronsukrónurnar standa upp á spæl, so verður spurningurin eisini svaraður, hvør verður toppskjútti. Í tí kappingini er NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen greiður favorittur.
Í síðsta minutti við Margáir sunnudagin skoraði Adeshina Lawal 2-1 sigursmálið fyri B36. Tað bar við sær, at árstalsfelagið undan síðsta umfarinum er á bronsuplássinum. Men gestirnir skulu ikki rokna við at fáa nakað, tá ið teir í morgin fara til Fuglafirðar:
-Hjá okkum ræður tað um at enda kappingarárið eins væl, og tað hevur gingið higartil. Vit eru nøgdir við silvurmerkini og rættin at spæla í Europa, men vit vóna, at endaliga støðutalvan fer at siga, at vit vunnu næstfremsta plássið sannførandi, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen, sum harmast um, at vongverjin í vinstru, Jan Ó. Ellingsgaard, og toppskjúttin, Clayton Soares, eru so mikið skaddir, at teir ikki verða førir fyri at spæla ídag.
Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur Øssur Dalbúð arbeitt nógv í verjupartinum. Hóast tað megnaði hann í 3-1 sigrinum ímóti NSÍ at skora tvey tey fyrstu málini. Hesa ferð verður hann fremsti maður í staðin fyri Clayton Soares.
Í Streymnesi síðsta sunnudag vóru Súni Olsen og Gilli Sørensen vongverjar hjá B36. Felags fyri hesar báðar er, at teir í dag umboða B36 fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum umfarinum. Tað verður neyvan á vongverjunum, at teir verða at síggja. Fyri viku síðani vóru bæði Høgni Eysturoy og Símun Joensen leikbannaðir. Nú eru teir tøkir aftur.