Tað eru seks stig frá HB og fram á fjórða plássið, nú tað restar ein triðingur av kappingini. Fyrr í summar var møguleikin fyri Europa langt burtur, men gongdin tær seinastu ferðirnar, tá ið HB aftur og aftur hevur vunnið, meðan fleiri av kappingarneytunum hava snávað, ber við sær, at dreymurin um at røkka tað, sum HB oftast eigur at vera partur av, ikki er so langt burtur.
Meðan HB hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar – ímóti toppliðunum, so hevur 07 Vestur tapt í Gundadali ímóti HB, vunnið á Skála og spælt javnt á heimavølli ímóti EB/Streymi. 07 Vestur er fimm stig undir strikuni og spælir harvið fyri lívinum í bestu deildini.
Hjá 07 Vestur kemur tað illa við, at Ken Fagerberg er leikbannaður. Hjá HB er Rókur av Fløtum Jespersen skaddur.









