Europa má taka sær av sínari egnu trygd.
Tað segði týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, á stóru trygdarráðstevnuni í München, har eisini løgmaður luttekur.
Bæði hendan útsøgnin og kjakið á ráðstevnuni annars er merkt av, at amerikanska forsetavalevnið Donald Trump í vikuni segði, at USA fór ikki at verja NATO-lond, sum ikki høvdu goldið avtalaðu upphæddina til verjuna.
NATO-londini hava bundið seg til at brúka 2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna, men nógv lond uppfylla ikki hetta kravið. Í vikuni segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, at 18 av 31 londum fara at uppfylla kravið í ár.
– Vit europearar mugu taka okkum meira av okkara egnu trygd – nú og í framtíðini. Vit mugu styrkja europeisku súluna í NATO, segði Olaf Scholz sambært Ritzau.
Útsøgnin hjá Donald Trump hevur skapt øsing í ES og NATO, eitt nú hjá franska ES-kommisserinum Thierry Breton.
– Vit kunnu ikki gambla við trygdini í Europa fjórða hvørt ár. Amerikanska fólkaræðið er sjúkt, segði Breton við franskt sjónvarp.
Ein nýggj kanning hjá Bertelsmann Stiftung í Týsklandi vísir, at stór undirtøka er millum ES-borgarar fyri einum felags europeiskum verjupolitikki. 87 prosent av ES-borgarum stuðla hugskotinum.











