Í kvøld verður Europa League finalan millum Liverpool og Sevilla. Undan dystinum verður mett, at Liverpool hevur munin, men tá er ikki at gloyma, at Sevilla er tvífaldur vinnari av kappingini.
Veddingarfyritøkurnar hava Liverpool sum favoritt, eftir at felgið hevur vunnið á millum annað Borussia Dortmund, Manchester United og Villareal á veg til finaluna. Sevilla hevur hinvegin ongan dyst vunnið á útivølli í La Liga.
Tað stendur ótrúliga nógv upp á spæl fíggjarliga fyri bæði liðini, tí vinnari fær pláss í Champions League komandi kappingarár. Hvørki Liverpool ella Sevilla hava vunnið sær luttøku í meistarakappingini í heimligu landskappingini.
Hjá Liverpool verður mett, at serliga Philippe Coutinho er avgerandi fyri um steypið skal endaði í Onglandi. Hann er kreativi spælarin á miðjuni, sum við avbera góðum bóltførleika kann gera munin frammanfyri málinum.
Hjá Sevilla er framherjin Kevin Gameiro úr Fraklandi í málformi. Hann hevur skorað 16 mál í La Liga, og sjey mál í átta Evropa League dystum. Av øðrum kunnu nevnast bóltsnillingurin Yevhen Konoplyanka og spælskiparin Ever Banega.
Veddingarfyritøkurnar siga, at Liverpool er favorittur, men at mest sannlíka úrslitið eftir vanligaleiktíð er 1-1. Umframt tað, so eru Daniel Sturridge og Kevin Gameiro mest sannlíkir at skora í dystinum.
Finalan verður spæld í Basel í Sveis og byrjar klokkan 19.45
Bretiskir miðlar meta um uppstillingina:
Liverpool (4-2-3-1): Mignolet; Clyne, Lovren, Toure, Moreno; Milner, Can; Lallana, Coutinho, Firmino; Sturridge
Sevilla (4-2-3-1): Soria; Mariano, Rami, Kolodziejczak, Escudero; N'Zonzi, Krychowiak; Coke, Banega, Konoplyanka; Gameiro