Lutakast til 1. umfar í Europa League hevur verið í dag. NSÍ er víðari til fyrsta umfar uttan at spæla, meðan B36 og KÍ eisini komu úr pottinum, men skulu fyrst kom úr undanumfarinum, har B36 spælir í Gibraltar móti St Joseph's og KÍ spælir móti Birkirkara av Malta.
Í 1. umfar skal NSÍ spæla móti Hibernian úr Skotlandi. Hetta lutakastið er nokk á eini leið, tí møguleiki var eisini møta FCK, sum ítróttarliga er eitt væl sterkari lið.
Um KÍ kemur víðari úr undanumfarinum, so skal KÍ spæla móti FK Zalgiris Vilnius, sum er úr Litava, meðan B36 skal spæla móti OFK Titograd úr Montenegro.
Undanumfar Europa League:
28. juni:
B36 - St Joseph's
Birkirkara - KÍ
5. juli:
St Joseph's - B36
KÍ - Birkirkara
1. umfar Europa league:
12. juli:
Hibernian - NSÍ
Møguliga:
B36 - OFK Titograd
FK Zalgiris Vilnius - KÍ
19. juli:
NSÍ - Hibernian
Møguliga:
OFK Titograd - B36
KÍ - FK Zalgiris Vilnius