Europa League á FM1 frá klokkan 18

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Dinamo Tblisi á Tórsvølli sum byrjar klokkan 19

Tað verður eitt stórt Europa League kvøld fyri føroyskan fótbólt, har bæði B36 og KÍ skulu royna seg í 3. undanumfarinum í Europa League undankappingini.

Klokkan 18 spælir B36 á útivølli í Bulgaria móti CSKA Sofia. Klokkan 19 spælir KÍ á heimavølli á Tórsvølli móti Dinamo Tblisi úr Georgia.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Dinamo Tblisi. Sendingin byrjar klokkan 18, og fer FM1 at fylgja gongdini í dystinum millum CSKA Sofia og B36.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum. 

Tá dysturin á Tórsvølli er liðugur verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni á FM1. Longdin av tí sendingini verður væl longri um annað, ella bæði tey føroysku liðini vinna seg víðari í Europa League kappingini.