Vitjan uttanríkisráðharrans var sera áhugaverd, og mørk vórðu flutt í málinum um marknaðartilknýti Føroya. Neyvan heilt av tilvild fall almannakunngerðin av niðurstøðum Spiermans saman við vitjanini hjá Per Stig Møller. Spiermann tók ein part av myndini frá báðum uttanríkisráðharrum.Taka vit Spierman fyrst, so sigur hann ikki annað enn tað, føroyskir løgfrøðiligir serfrøðingar hava sagt leingi, nevniliga, at okkara uttanríkispolitisku viðurskifti, snúgva seg meira um politikk enn um løgfrøði. Hetta merkir, at tað, sum løgfrøðingar hjá donsku stjórnini í dag meta sum stríðandi móti ríkisins felags grundlóg, ber til at fremja um fimm ella tíggju ár.
Hetta er sostatt meira politikkur enn jura og hjá tí, sum hevur fylgt við felags donsk-føroysku søguni seinastu fimti árini, gongur sjón fyri søgn. Besta dømið er undirgrundarmálið. Hetta merkir í stuttum, at er politiskur vilji í danskari stjórn at ganga føroyskum ynskjum á møti, ja, so verður okkum gingið á móti. Hetta er ein tilgongd, sum tekur tíð, men tilgongdin endar vanliga, at føroyingar fáa sín vilja so ella so. Ein kann so gita um donsk motiv, men tað er ikki so áhugavert, tað hevur helst okkurt við ríkisfelagsskapin at gera, og tá er einhvør donsk stjórn til reiðar at lata jura víkja fyri politikki. Hetta var tað Atli Dam, sáli, skilti og tvíhelt um, og fastatøkur hansara tryggjaðu Føroyum við góðari hjálp frá framúrskarandi føroyskum løgfrøðingum og ráðgevum, rættin til undirgrundina. Tað, sum tá, bert fá ár frammanundan, varð hildið løgfrøðiliga púra ógjørligt, var, tá samanum kom, politiskt møguligt.
Á tíðindafundinum í gjár hjá báðum uttanríkisráðharrum var júst henda søguliga tulking, at tað ber til at fáa ta skipan, ið vit ynskja, havd á lofti. Eisini her gekk sjón fyri søgn. Tá Per Stig Møller varð konfronteraður við hesi sjónarmið, so var svar hansara, at vóru hesi sjónarmið á borðinum, so fór stjórnin sjalvsagt at kanna tey og fyrihalda seg til teirra. Hetta eru nýggir tónar og ráðharrin, sum sjálvsagt fammanundan hevur kent til sjónarmiðini, var týðuliga fyrireikaður til spurningin og svar hansara var tað, ið føroyingar ynsktu at hoyra. Var stjórnin ikki sinnað at flyta seg, so hevði danski uttanríkisráðharrin uttan víðari og blankt víst hesum møguleikum aftur. Tað tykist sostatt, sum allar fortreytir nú eru til staðar fyri, at Føroyar kunnu fáa tað marknaðartilknýti til Europa, sum vit ynskja. So nú mugu og skulu vit gera upp við okkum sjálvi og finna út av, hvat tað er, ið vit vilja við Europapolitikkinum. Skulu vit fylgja EFTA kósini? Skulu vit so ella so fara beinleiðis upp í ES? Skulu vit bert royna at fáa eina nógv betri fríhandilsavtalu við ES, sum í roynd og veru er ein EBS skipan, ella skulu vit royna eitthvørt heilt fjórða ella fimta? Tað er hetta ein sokallað skjóttarbeiðandi nevnd skal gera tilmæli um. Vit hava drálað alt ov leingi við avgerð í hesum máli, so nevndin má skunda sær, so vit kunnu fáa eina avgerð í hesum valskeiði.










