Fyrrakvøldið var risastórur vinningur í lotto-spælinum Eurojackpot, sum Danske Spil og 16 aðrar evropeiskar spælifyritøkur ganga saman um.
Upprunaliga puljan var 475 milliónir krónur, men tá saman um kom var samlaða puljan 486 milliónir krónur, sum ein heppin vinnari fór avstað við.
Stjórin í týsku tjóðarspælifyritøkuni upplýsir fyri Bild, at vinnandi seðilin er seldur í økinum Rhein-Sieg, sum er tætt við býin Köln.
Størsti Eurojackpot-vinningurin var í mei í fjør, tá ið ein heppin spælari úr Kekkia vann góða hálva milliard krónur.