Euro hevur gjøgnum longri tíð verið undir trýsti, í fyrsta lagi tí politiski stabiliteturin í ES hevur verið stórur, nú fólkaatkvøðurnar í Frankaríki og Hollandi endaðu við at avvísa uppskotid til nýggja ES-grundlóg.
Men í summum londum heldur ratificeringin (góðkenningin) av uppskotinum fram. Malta góðkendi í síðstu viku, og sunnudagin var fólkaatkvøða í Luxembourg. Stjórnarleiðarin Jean-Claude Juncker hevði sett allan sín autoritet inn uppá at fáa eitt ja. Um tað bleiv eitt nei, hevði hann verið farin frá.
Eitt "ja" úr Luxembourg
Ja-síðan fekk gott 56% av atkvøðunum, men fyri tveimum mánaðum síðani høvdu kanska 75% av veljarunum sagt ja.
Nú er støðan í tølum so tann, at tólv lond hava sagt ja, men tvey hava sagt nei. Men eftirsum reglurnar eru so, at øll 25 lond í ES skulu siga ja til nýggja uppskotið, so er tað ikki samtykt. Politiska støðan er soleiðis, at Bretland hevur avlýst sína fólkaatkvøðu fyribils, og í Danmark hendir nakað tað sama.
Tí er politiskt kreppa í ES. Spurningurin, sum stendur opin er, hvussu kemur ES politiskt víðari. Tað ber hóast alt til, tí allar tær gomlu traktatirnar virka enn. Men tað er trupult við teim 10 nýggju londunum. Nýggja grundlógin var millum annað smíðað til at fungera við teim nógvu nýggju limalondunum. Og hartil koma helst bæði Bulgaria og Rumenia aftrat um eini tvey ár. Kanska Turkaland um 10?
Euro í mun til Dollar
Eitt "Ja" í Luxembourg gjørdi ikki støðuna verri fyri euruna. Tað hjálpti til at stabilisera eindina í umleið 1,200 dollar fyri ruro. Í farnu viku komu aftur nýggj tøl sum ávirkaðu kursin - so er hvørja viku.
Í USA komu jobb-tølini fyri juni mánaða. Har er støðan tann, at um vøksturin í fólkatali skal súgvast upp og gerast til produktiv arbeiðspláss, so skulu umleið 150.000 nýggj arbeiðspláss koma aftrat hvønn mánaða. Eygleiðarar høvdu væntað eini 190.000 nýggj jobb, men tølini søgdu so, at bert helvtin av hesum bleiv til veruleika.. Hetta tyngdi dollaran nakað.
Líkt er til, at skjótt fer fokus at setast aftur á veikleikarnar í amerikanska búskapinum. Í vikuni koma nýggj handilsjavnatøl. USA hevur í langa tíð eksporterað minni enn teir importera, og handilsjavnin er negativur. Gjaldsjavnin somuleiðis. Skal hetta hall fíggjast, skal kapitalur onkusvegna streyma til USA. Tað er hjá summum lokkandi, tí rentan í USA er 3,25%, meðan hon í euro-økinum bert er 2%
Bretski búskapurin missir framdriftina
Gjøgnum langa tíð er bretska pundið, eins og dollarin, styrkt í mun til euro. Arbeiðsloysið hevur verið væl lægri í Bretlandi enn í ES annars, og framleiðsluvøksturin væl hægri. Men so eru komin nýggj tøl, sum knappliga vísa, at vøksturin í framleiðslu í Bretlandi er uppsteðgaður. Sama við vanligum handli.
Møguliga fer nærmasta framtíðin, at vísa at bretska rentan, sum er uppá 4,75 (væl hægri enn bæði í USA og euro-økinum) verður sett niður. Pundið var fyri tveimum vikum síðani vekslað til 1,50 euro, men í seinastu viku gav tað bert 1,48 euro. Seinasta mánadag viknaði pundið framvegis og stóð til 1,45.
"The British economy has rapidly lost steam"
"The Economist" viðger búskaparligu støðuna í Bretlandi í eini oddagrein í síðstu viku.
Teir meta at henda uppbremsing í búskapinum kemur sera illa við hjá Tony Blair og fíggjarmálaráðharranum Gordon Brown. Serliga nú Bretland hevur yvirtikið formansskapin í ES.
Blair helt sína nógv umtalaðu talu í ES-parlamentinum síðst í juni og brúkti bretska búskapin sum dømi um, hvat ið kundi og skuldi gerast í ES fyri at fáa gongd á aftur. Teir kundu vísa á, hvussu teirra búskaparpolitikkur hevði skapað jobs og vælstand. Men, sigur The Economist, sum tingini eru skrúvað saman í løtuni, sær út, sum búskaparvøksturin helst gerst størri í Frankaríki enn í Bretlandi næsta ár.
Bretski búskapurin hevur havt undanvind nú í eini tíggju ár. Framleiðslan er vaksin ár um ár, inflatiónin hevur verið lág, og arbeiðsloysið sum heild verið tað lægsta í 30 ár. Seinasta talið sigur 4,7%. Tað er lítið í mun til bæði Frankaríki og Týskland, sum dragast við einum arbeiðsloysi uppá 10%.
Bretski produktiviteturin ov lágur
Skal búskaparvøksturin halda fram í bretlandi, sigur Economist, so skal produktiviteturin vaksa skjótari. Búskapurin hevur í dag eina arbeiðskraft, har stórur partur er uttan serliga útbúgving. Í Frankaríki, harafturímóti, gongur hesin parturin av arbeiðsmegini arbeiðsleysur. The Economist setir fýra punkt upp, har bretski búskapurin ikki hevur tað so gott.
Bretski búskapurin er
minni innovativur (nýskapandi)
minni kapitalkrevjandi
minni kompetensukrevjandi (førleikakrevjandi)
almenni sektorin er trekur at fornýggja
Sigast kann tí, at bretski búskapurin uppá mangar mátar er nokkso "gamaldags" og loysnin hjá Tony Blair uppundir hvørt valið higartil, trý orðini: "Education, education and education" - hava enn ikki sett síni spor á arbeiðsmarknaðinum.
Týskir stjórar skulu nú kunngera teirra lønir
Vit hava fyrr umrøtt tann "kapitalismu-kritikk", sum týskir sosialdemokratar hava ført fram. Í Týsklandi nevnast vissir kapital- ella spekulatiónsgrunnar eyknevndir grashoppur, netupp tí høvuðsuppgávan er at tjena nógvar pengar skjótt. Grashoppur koma sveimandi, eta alt grønt, sum etandi er, og flúgva so víðari til nýggj lond, har grasið enn er grønt. Gerhard Schröder roynir at fáa bæði ES og USA at semjast um felags reglur um størri eftirlit og kanska. gjøgnumskygni.
Ein dagløn uppá 300.000 kr???
Heima í Týsklandi kom ein lóg gjøgnum tingið, Bundestag, í seinastu viku, sum fer at krevja, at stjóralønir vera almannakunngjørdar. Argumentið hjá stjórnini er, at í eini tíð, har tað eru 4,8 milliónir arbeiðsleys í landinum, har tað er neyðugt at skerja arbeiðsloysisstuðul og sosialar skipanir, er tað kanska rímiligt, at teir ovur-vælløntu stjórarnir siga frá, hvat ið teir tjena. Ella smæðast teir við at siga sannleikan?
Stjórin í bilfabrikkini Porsche, Wendelin Wiedeking, tjenar árliga umleið 15 milliónir euro, ella 112 milliónir krónur. Hetta verður einar 300.000 kr UM DAGIN. Vanlig menniskju hava helst ikki hugflog til at hugsa sær, hvussu tað ber til at brúka so nógvar pengar.