-Íslendingar hava verið sera dugnaligir. Ein orsøk til at kreppan rakar Ísland so hart er tann, at landið hevur staðið einsamalt. Tí er áhugavert at hoyra tos um EU-limaskap Hetta sigur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Uffe Ellemann Jensen við Rás2.
-EU er ein garantur fyri smærri sjálvstýrandi tjóðir og lond við egnum tjóðskaparligum eyðkennum. EU er ein góður karmur til tess at tryggja limalondunum hetta sjálvstýri. Tí haldi eg, at tað hevði verið gott fyri bæði Føroyar, Ísland og Noreg, um londini gjørdist limir í EU.
Hetta sigur Uffe Ellemann Jensen, fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri við Vinnurásina hjá Rás2 seinnapartin - nú serstakliga íslendingar eru farnir at tosa um EU limaskap.
Sendingin verður endursend í kvøld klokkan 19 og leygardagin klokkan 14.