Løgreglan í makedonska høvuðsstaðnum Skopje er á varðhaldi og hevur hert tilbúgvingina eftir samanbrestir millum etniskar bólkar í býnum.
Samanbrestirnir millum ungfólk úr tí makedonska meirilutanum og tí albanska minnilutanum kyknaðu sunnudagin, eftir at løgreglan hevði skotið tveir menn av albanskum uppruna. Ungdómar úr fleiri bólkum bardust við jarnstongum og knívi, og fleiri fingu skaða. Teir politisku leiðararnir hava eggjað teimum ungu til at binda frið, og teir hava sagt, at løgreglan fer at berja allan ófrið niður við harðari hond.
Fyri 10 árum síðani vóru eisini samanbrestir millum makedonar og albanar í Makedonia. Ta ferðina endaði tað við veruligum bardøgum, sum ikki steðgaðu, fyrr enn NATO sendi hermenn til landið. Tá høvdu 80 fólk latið lív.