Tað stendur í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Seinasta samgonga brast júst av stríði um etisk mál. Tað vóru mál í kjalarvørrinum av broytingunum í hjúnabandslógini, sum gjørdu, at samgongan skrædnaði.
Hóast ætlanin var at forða fyri, at hjúnabandslógin fór at verða rullað aftur, tá sett varð í samgonguskjalið hjá seinastu samgongu, at tey bara skuldu taka undir við andstøðuuppskotum, ið samgongan var samd um, so enda júst hetta málið við at forkoma samgonguni, sum sat til tingfundin í dag.
Men nýggja samgongan ætlar ikki at líða somu lagnu – og tí er sett samgonguskjalið undir yvirskriftini »Etisk mál« soljóðandi tekstur:
– Í etiskum málum kann hvør samgongutinglimur atkvøða eftir egnari sannføring.