etið fyri neyðhjálp

Tað byrjaði við, at Bowlinghøllin lat fólk bowla til frama fyri neyðhjálpina, og nú eru fleiri, ið stuðla á tann hátt. Tað nýggjasta er, at fólk kunnu eta fyri neyðhjálpina, bælði á Hotel Føroyum og á Hotel Vágum

Etið fyri neyðhjálp
Hotel Vágar skipar nú eisini fyri einum innsavningartiltakið til frama fyri offrini í tsunami vanlukkuni. Sunnudagin verður nevniliga ein stór buffet, við bæði heitum og køldum rættum, har allur peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til neyðhjálpina. Buffétin byrjar kl 12 um dagin.
Kostnaðurin verður 150 kr. fyri hvønn og børnini eta fyri hálvan prís.
Møguleiki verður eisini at síggja sendingina, ið verður send úr Norðurlandahúsinum á stórskíggja, sum verður settur upp til endamálið.
Tey eru eftirhondini nógv feløg, ið hava latið nakað av yvirskotinum til Tsunami hjálpina. Bowlinghøllin á Hálsi byrjaði, og týsdagin lótu teir Reyða Krossi ein kekk áljóðandi 15.000 kr.
Eisini Hotel Føroyar letur fólk eta fyri neyðhjálp.