Hagstovan hevur júst latið úr hondum mvg-hagtølini fram til 4. ársfjórðing 2014, og hesa vísa ein greiðan vøkstur í smásøluni, tá sammett verður tølini fyri sama ársfjórðing í 2013.
Roknað í føstum prísum er tað tó bert umsetningurin fyri mat- og drekkavørur, ið er komin upp á støðið, ið var undan fíggjarkreppuni í 2008. Hóast vøkstur eisini er í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður og í búnýti og innbúgv, er har nakað eftir enn at røkka sama umsetningi, ið var fyri sjey árum síðani. Tá roknað verður í føstum prísum, verður sæð burtur frá teimum prísbroytingum, sum hava verið, og er talan soleiðis um nøgdir av vørum