Hin 19. mai luttekur estlendski fíggjarmálaráðharrin, Jurgin Ligi, í almennari Vinnuráðstevnu í Runavík.
Tað er Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum hevur bjóðað Jurgin Ligi, ið varð kosin til ársins fíggjarmálaráðharra í Evropasamveldinum í 2010, til Føroyar. Ráðstevnan fer at viðgera, hvør lykilin er til estlendsku framgongdina bæði frá einum politiskum og einum vinnuligum sjónarmiði, umframt hvat Estland ger fyri at vera eitt áhugavert land fyri íleggjarar. Estland er eisini vorðið eyðkent fyri sína fyrimyndarligu skattaskipan, ið fleiri lond hava tikið til sín.