Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum

Rein Haljand, sum er professari í rørslum, hjálpir nú Pál Joensen í stremban hansara eftir at røkka upp á hægstu tindar

Svimjing

 

Svimjisamband Føroya er byrjað eitt samstarv við estiska professarin, Rein Haljand. Rein er professari í meniskjaligum kinetikki, t.e. rørsla. Í nógv ár hevur Rein Haljand kanna og rætta svimjirørslur hjá nógvum heimsstjørnum innan svimjing.

Svimjisambandið hevur sent Pál Joensen til Estland, har hann verður testaður av Rein Haljand leygardagin 31. januar. Hetta er fyrsta stig í eini samstarvsavtalu við heimskenda Rein Haljand. Ætlanin er at Reijn kemur til Føroyar í vár at kanna bestu føroysku svimjararnir.

Mannagongdin er tann at svimjarin verður filmaður í hylinum, og verða rørslurnar síðani kannaðar og svimjarin fær so ráð um, hvussu betrast kann um teknikkin. Rein hevur gjørt hesar kanningar í nógv ár, og listin við heimsstjørnum er langur, t.d.: Salnikov, Popov, Thorpe, Sievenen, Frölander, Kammerling og Nordenstam. Til olympiski leikirnir í Athen í 2004 hevði Rein kannað 400 av teimum 800 svimjarunum, ið luttóku.

Svimjisamband Føroya vónar við hesum tiltakið, at vit fáa betra um støðuna hjá okkara svimjarum.