Espersen fingið virðisløn

Ein av heimsins leiðandi handilsketum, Mc Donalds, hevur latið Espersen á Bornholm virðisløn fyri at fremja serstøk átøk fyri burðardyggari fiskiveiði, serliga í Eystursjónum.

Tað er stjórin hjá Espersen, Klaus B. Nielsen, sum sjálvur boðar frá hesum í tíðindaskrivi.

Virðislønin er latið av Mc Donalds Europe í sambandi við fundin, "The European Supply Chain Symposium". Heiðurin, sum Espersen hevur fingið, verður róptur "The Sustainable Award Price".

- Hetta er ein óvæntað, men ógvuliga kærkomin útnevning, sum vit hava fingið. Vit fegnast um, at okkara áralanga átak ikki bara hevur borið ávøkstur, men eisini verður virt, sigur Klaus B. Nielsen.

Mc Donalds er heimsins næst størsta brúkaraketa eftir Subway - men hevur onga forrætning á Bornholm.