Skipið Esperanza, sum umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace sigur, er nú komið aftur í grønlendskan sjógv. Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Fyrrapartin í gjár kunngjørdi løgreglan í Grønlandi annars, at einki skip hjá Greenpeace var í grønlendskum sjógvi longur. Men stutt eftir kunngjørdi Grønlands Kommando, at Esperanza var komið aftur í grønlendskt øki.
Greenpeace hevur sett sær fyri at forða oljufelagnum Cairn Energy at bora eftir olju úti fyri Vesturgrønlandi. Felagsskapurin gjørdi eina roynd fyri stuttum við at seta fólk upp á pallin Leiv Eiriksson, men løgreglan tók tey burtur haðani.