Áhugin fyri framførsluni hjá Pipari & Salti í ítróttarhøllini á hálsi annað páskavøld hevur verið so stórur, at nærum øll atgongumerkini eru seld.
Tí er avgerð tikin um, at eykasýning verður dagin eftir - tann 6. apríl.
Atgongumerki fáast í kunningarstovunum kring landið.
Tey atgongurmerkini, sum eru eftir til sýningina annað páskakvøld,
fáast eisini í kunningarstovunum.










