Annað páskakvøld heldur Pipar og Salt brúdleyp í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Akademiska undrið Esmar Eysturoy skal giftast hetta kvøldið. 5. apríl - annað páskakvøld - fara Pipar & Salt at hava eina av sínum sjálvsomu framførslum í ítróttarhøllini á Hálsi. Hetta upplýstu Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale, tá teir vóru gestir í Hvonn Live í gjárkvøldið.
Talan verður um eina stóra konsert, har manningin verður á leið tann sama sum spældi ta væleydnaðu konsertina hjá Pipar & Salt sum var Við Múrin í summar. Tað eru Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale umframt sjey tónleikarar og sangarar.
Tiltakið á Hálsi verður ein ?Pipar & Salt Greatest Hits? eins og tann sum var Við Múrin, men harumframt verða bæði nýggir sangir gjørdir, og nýtt skemt gjørt til høvið.
Høvuðstemaðið verður, at Esmari Eysturoy skal giftast, og sum skilst verða áskoðararnir at rokna sum brúdleypsgestir hetta kvøldið.