Christian Lamhauge Holst hevur boðað frá, at hann vil skifta frá Lyngby í seinasta lagi við ársenda, tá ið hansara sáttmáli við felagið gongur út.
Eitt av feløgunum, sum hevur sýnt Holst áhuga, er superligafelagið Esbjerg.
- Vit hava havt eina óbindandi samrøðu við hann, sigur ítróttarstjórin Niels Erik Søndergaard við bold.dk
- Sáttmálin hjá honum gongur út um eitt hálvt ár, og tí kann hann tosa við onnur feløg nú. Um vit skulu gera avtalu við Christian Holst, so verður tað í fyrsta lagi frá január av, tá hansara verandi sáttmáli gongur út, sigur Niels Erik Søndergaard.